70 ára gamal heilagaður maður ikki etið ella drukkið í fleiri áratíggju. Maðurin er enn í fínum standi, skrivar BBC NEWS.
Pahlad Jani, ein heilagaður maður, ið er yvir 70 ára gamal, hevur júst verið á Sterling Hospital í 10 dagar. Her hevur hann verið eygleiddur alt døgnið, og hann hevur hvørki etið, drukkið ella pissað.
Hetta váttar Dr. Dinesh Desai. Flestar menniskjur kunnu liva í nakrar vikur uttan mat, man eingin menniskja kann liva uttan vatn í meir enn nakrar dagar.
Kropsligi standurin hjá manninum er hóast fínur. Hann hevur nýtt meginpartin av sínari tíð í Ambajitemplinum í Gujarat. Hann nýtti 10 dagar í einum avlæstum rúmi á hospitalinum við filmseftirliti. Hann slapp enntá ikki at fara í bað. Bara fekk hann loyvi at vaska munnin og spýta vatnið út aftur.
Maðurin, Mr. Jani, sigur, at hann varð vælsignaður av einari gudinnu, tá hann var 8 ára gamal. Hann hevur síðan hvørki etið ella drukkið. Hann hevur ongantíð verið sjúkur, meðan hann hevur livað soleiðis, vátta fólk, ið kenna hann. Læknar hansara siga, at tað einasta, ið feilar honum, er at hann er eitt sindur ov klænur.










