Onkur fær fisk, tá løturnar eru, og tað er henda myndin hjá Brynhild Fríðu Eystberg Sørensen í Húsavík eitt feskt dømi um.
- Løturnar á víkini kunnu vera góðar.
Soleiðis skrivar kvinnan, ið eisini er borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, sum fevnir um bygdirnar Húsavík, Dal, Djúpadal og Skarvanes.
Henda dagin, myndin er tikin niðri á lendingini í Húsavík, eydnaðist løtan væl, og fongurin var bæði stórur og góður.
Hetta er nógvur fiskur, og góði fongurin hesa løtu røkkur til nógvar frikadellur, knettir og flak.