Men hetta snýr seg um veruligar hendingar, og lítil ivi er um, at 75% av øllum føroyskum veljarum eru samdir við mær í mínari niðurstøðu í greinini "Ein samgonga á vegamóti". At fáa íblástur frá øðrum tá tað tænir einari góðari søk, er gagnligt
Tað er púra rætt, og tað er heldur einki yvir at dylja, at undirritaði fekk íblástur til grein sína: "Ein samgonga á vegamóti" og tað dugi eg ikki at síggja er nakað forgjørt í tí.
Dagliga fáa vit menniskju íblástur, so óneyðugt er at taka heimspekina til hjálpar, tá tað snýr seg um politisku viðurskiftini her á landi.
Íblástur hinumegin borði
Tað er ikki so trupult at meta um hvar Sjúrður Skaale fær sín íblástur frá, og valla fekk hann íblástur frá heimspekini tá hann skrivaði greinina: "Lasse Klein: Ein filosofiskur tungvektari". Helst hevur hann fingið íblásturin hinumegin borði.
Tað er heldur einki forgjørt í tí at hava sínar fyrimyndir, men svikaligt kann tað verða við hvørt at røkja politiskar fyrimyndir og fáa íblástur frá teimum. Tá hevði tað verði frægari at heimspekin var tikin til hjálpar.
Frálíkar eginleikar
Eri í veruleikanum eitt sindur harmur um Sjúrður Skaale. Hann hevur nakrar frálíkar eginleikar, hann dugir at tosa, hann dugir at skriva, hann dugir at undirhalda, ja hann dugir mangt og hvat, men so spurdi eg meg sjálvan hví ein tílíkur maður sum hann ikki kundi halda seg til veruleikan.
Hann hevur uppliva allar hesar stríðsfúsu samgongumennirnar í Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum, allar tær meiningsleysu og illavorðnu ósemjurnar hevur hann verði partur av. Hann hevur eisini hoyrt øll rópini. Hevur sæð dálkaða grundvøllin.
Vón mín
Og tí vónaði undirritaði at niðurstøða hansara var, at hann var noyddur til at geva greinskrivaranum til greinina "Ein samgonga á vegamóti" rætt, men tað gav hann ikki til kennar í hesum umfarinum.
Men tað skal ikki dyljast, og at tað er vón mín, at Sjúrður Skaale kortini hevur fingið íblástur, soleiðis, at hann eisini kann virða meiningarnar hjá øðrum.










