Nú valfepurin fer upp, eiga politisku flokkarnir ikki at brúka brekøkið til valagn. Tað gera tey í Megd nú vart við á heimasíðu síni.
– Politisku flokkarnir fara kanska aftur at hava hug at bjarga øllum heiminum. Men teir skulu fyrst og fremst liva upp til kravið um, at í roynd og veru stendur ella fellur vælferðarsamfelagið við, um tað tekur sær av teimum veiku, sjúku og teimum, ið bera brek, leggja tey afturat.
Tey vísa á, at brekøkið er stórt og umfatandi, men tað kann vera politiska skipanin, sum er avbjóðingin. Flokkarnir, sum hava sitið í samgongu, vísa á tað, teir hava gjørt, men ikki á tað, sum manglar. Flokkarnir í andstøðu skilja ikki, at samgongan ikki hava gjørt meira og nú vilja teir sleppa fram at at seta nýggja dagsskrá. Hetta er einki eindømi, tí hetta síggja vit í øðrum londum, í øllum flokkum, og til hvørt val.
Hinvegin vísa tey á, at brekøkið hevur tørv á, at politisku flokkarnir arbeiða saman, og at teir arbeiða miðvíst við greiðum málum, so málini kunnu røkkast.
– Hví skal brekøkið í fleiri ár vísa á tørvin á eini brekpolitiskari ætlan, áðrenn hon gerst veruleiki. Hví skal brekøkið í fleiri ár gera vart við, at tey, ið bera brek eiga at hava eina rættartrygd, so eingin dettur niður ímillum tær ymsu skipanirnar.
Hví skal brekøkið í fleiri ár vísa á tørvin á føroyskum teksti á føroyskum sendingum, áðrenn tað er nøktandi. Hví skal brekøkið í fleiri ár vísa á tørvin, at føroysku kirkjurnar verða atkomuligar, áðrenn gjørt verður nóg mikið.
Hví skal brekøkið í fleiri ár vísa á tørvin á eini heildarætlan fyri nøktandi endurvenjing, áðrenn politikarar skilja tørvin, og at tað í roynd og veru er bíligari enn at lata vera.
Her mugu politisku flokkarnir arbeiða saman og arbeiða miðvíst, so batarnir á brekøkinum røkka tvørtur um valskeið. Avbjóðingin er ikki at tað eru stórir politiskir og hugsjónarligir munir á flokkunum, enntá tykist tað sum um at viljin er til staðar. Tað, sum skal til, er at umseta orð til gerðir, har nøktandi lógarverk og játtanir fylgja við, siga tey í Megd.