Tað verður ikki bíligari at eta á føroyskum matstovum.
Tað er greitt, nú samgongan havnar einum uppskoti frá Poul Michelsen, tingmanni fyri Framsókn um at gera tað mvg frítt at gista á hotellum og at eta á matstovum.
Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur viðgjørt málið, og har heldur meirilutin, sum er Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen úr samgonguni, at tað er ikki rætt at avtaka meirvirðisgjaldið á hotell- og matstovuvirksemi.
Hetta eru inntøkur hjá landskassananum, sum gera, at tað ber til at seta stórar upphæddir av til at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland, sigur samongan. Meirilutin tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Minnilutin, sum eru Eyðgunn Samuelsen, Kristina Háfoss og Aksel V Johannesen úr andstøðuni eru samd í, at tað skeivt at avtaka mvg á rokningum frá matstovum og hotellum.
Tey halda, at tað hevur stóran týdning, at vit duga at fáa inntøkur frá teimum ferðafólkum, ið koma til land okkara.
- Skulu tey koyra ókeypis við bussi í býum, skulu tey koyra ókeypis ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, skulu tey rinda lítið í ferðaavgjaldi, og somuleiðis ikki rinda avgjøld av hotell- og matstovuvitjanum, kann hetta skjótt avmarka inntøkurnar hjá landskassanum frá ferðavinnuni siga tey trý umboðini fyri andstøðuna.
Kortini fegnast tey um, at tilvitanin um føroyska matmentan, og føroyskar rávørur er so nógv vaksin.
Hetta stimbrar framleiðslu av føroyskum matvørum, og ger okkum meira sjálvbjargin á hesum øki. Eisini fer hetta gera føroysku matstovurnar enn meira áhugaverdar fyri ferðafólk í framtíðini, siga tey.
Tí vilja tey hava landsstýrið at leggja uppskot fyri løgtingið um at lækka mvg hjá matstovum, sum brúka føroyskar rávørur og sum menna føroyska matmentan.










