Ítriv
Er vilji og hugur til steðar, er einki til hindurs hjá monnum, sum burtur av liva av tí, sum upp úr havinum kemur, at hugna sær millum túrarnar. Onkur heldur kanska, at hetta letur seg ikki gera, og tað veldst sjálvsagt um, hvussu nógv skipini eru úti, og hvussu langir túrarnir nú einaferð eru. Men tað eru ikki øll skip og allir bátar, ið hava so nógvar fiskidagar, at tey kunnu vera til fiskiskap alt árið. Og tá er hent hjá fiskimonnum, sum annars balast á havinum, at hava eitt hvørt ítriv at fara til. Verri er ikki, um hetta ítriv eisini gevur motión, sum ein fiskimaður eins og onnur hevur brúk fyri.
Í Ítróttarhøllini í Runavík tóku vit hesar myndirnar seinasta hóskvøld.
Jack og Niclas Højgaard, faðir og sonur, sigla báðir við línubátinum, Volunteer, sum Jack eigur. Teimum dámar væl at spæla fótbólt, tá ið høvið býðst, og tað er nú ikki so sjáldan. Teir eru við í "teaminum", sum spælir innandurafótbólt í Ítróttarhøllini í Runavík hóskvøld. Her møta teir trúgvir, hvørja ferð teir eru heima. Jack er ikki nakar ársungi, men kortini bæði lættur og fimur sum ein annar unglingi. Niclas er stríðsmaður burtur av á vøllinum.
Á Føroya Banka
Volunteer er ein lítil línubátur millum teir størru og talið av fiskidøgum, sum skipið hevur, er ikki óavmarkað. Tí ræður um at brúka dagarnar væl og soleiðis, sum veðrið hevur háttað sær seinastu tíðina, hevur ikki loyst seg at ligið úti. Volunteer hevur gjørt tríggjar stuttar túrar í ár, og væl er komið burtur úr. Nú bíða teir eftir líkindum at fara út á Føroya Banka at royna; har eigur Volunteer 30 fiskidagar. Várið er góð fiskitíð á Bankanum, men illsligt til veður.
Men tað er ikki bara veðrið, sum spælir inn. Tá ið fiskidagarnir eru avmarkaðir, verður eisini hugsað um prísin, ið fáast kann fyri fiskin. Tí verður eisini roynt at lagað stuttu túrarnar soleiðis, at fiskurin verður seldur á marknaðinum, tá ið trýstið er minst. Men tað er ikki altíð so lætt, tá ið aðrir sjálvsagt royna tað sama.
Bæði Jack og Niclas lata væl at, tí nógvur fiskur hevur verið at fingið - so nógvur, sum ongantíð áður.
Hóast fiskidagarnir eru avmarkaðir, ber væl til at fáa eina góða ársinntøku við tí fiskiskapi, sum verið hevur seinastu árini.
Okkurt árið hevur Jack keypt fiskidagar frá øðrum skipum, sum hava havt dagar til avlops.
Petur og Atli
Petur í Túni, sum vit síggja á myndini saman við Atla Joensen, siglir við trolbátinum, Randi.
Hjá teimum er dagatalið heldur ikki óavmarkað. Skipið er lítið, tá ið náttúrukreftirnar spenna út vøddar sínar, soleiðis sum verið hevur í seinnu helvt av januar. Men stutt er á fiskileið. Tí kann Randi at fara út og koma innaftur eftir fáum tímum. Ein stuttur túrur er gjørdur í hesum árinum, og eisini hesin prógvaði, at nógvur fiskur er at fáa.
Randi er nútímansgjørd við bøttum umstøðum hjá manningini, og á brúnni eru nýggj tól og tvær teldur settar upp.
So, tað er ikki bara umborð á teimum størru skipunum, at hugsað verður um umstøðurnar og trivnaðin hjá manningini.
Maðurin á myndini við síðuna á Peturi í Túni, er Atli Joensen, ið er versonur, Petur Thomsen, sála, sum átti garnaskipið, Oknina. Atli arbeiðir hjá Zachariasi Leitisstein, men plagar at gera nakrar túrar við Oknini av og á.
Bæði Petur og Atli dáma væl at spæla fótbólt, og tað er næstan ikki tað hóskvøld, at Petur ikki tuskar runt í Ítróttarhøllini í Runavík - um Randi ikki er til fiskiskap.