U21 HM: Føroyar hava eina pinkalítla favorittstøðu móti Íslandi

Her eru oddsini upp á dystin Føroyar-Ísland

Mynd: IHF

Longu í morgin fyrrapartin klokkan 10.45 skal føroyska U21-landsliðið spæla annan dystin í innleiðandi bólki F í HM-endaspælinum í Póllandi.

 

Mótstøðuliðið í morgin verður Ísland, ið tapti 25-29 (12-15) fyri Rumenia í dag. Føroyar vunnu 33-28 (16-15) á Norðurmakedonia.

 

Tað er tí eitt hart pressað íslendskt lið okkara møta í Katowice í morgin.

 

Seks altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin millum Føroyar og Ísland hava eina pinkalítla favorittstøðu til Føroyar.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 1,86.

 

Miðaloddsini upp á íslendskan sigur eru 2,29.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 9,34.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: IHF