Tað sá heldur álvarsligt út, tá ið nýggi danski ÍF-málverjin, Oliver Korch, mátti lata seg útskifta í dystinum ímóti B36 í fyrsta umfari í Effodeildini leygardagin.
Oliver Korch hevur verið til nærri kanningar, og tíbetur fyri ÍF, so vísir tað seg, at skaðin ikki er serliga álvarsamur hóast alt.
Vandi var fyri broti ella at krossbandið hevði fingið skaða, men kanningarnar vísa, at tað er eitt liðband í knænum, sum hevur fingið skaða.
Oliver Korch er ivasamur til heimadystin ímóti AB sunnudagin, men annars verður roknað við, at hann verður klárur aftur innan tær næstu tvær vikurnar.









