Ikea steingir øll vøruhús í Kina at minka virusútbreiðslu

Tey 14.000 starvsfólkini hjá Ikea í Kina er biðin um at halda seg heima við hús fyribils sum avleiðing av coronavirusinum.

Ikea steingir øll vøruhús í Kina fyribils fyri at minka um útbreiðsluna av deyðiliga coronavirusinum.

Tað upplýsir svenkir møblarisin í morgun.

Talan er um tilsamans 30 vøruhús við 14.000 starvsfólkum.

– Vit vilja halda vakið eyga við støðuni kring hesa umfarsótt, og handlarnir verða stongdir fyribils, sigur ein talskvinna fyri Ikea í Kina í eini fráboðan sambært CNN.

Boðini koma, dagin eftir at Ikea í gjár upplýsit, at felagið steingir umleið helmingin  av vøruhúsunum í Kina fyribils sum avleiðing av coronavirusinum.

Ikea valdi longu í síðstu viku at steingja vøruhúsið í Wuhan í óásetta tíð.

Tað er í stórbýnum Wuhan við 11 milliónir íbúgvum, at hildið verður, at virusið hevur sín uppruna.

Avgerðin um fyribils at steingja øll vøruhúsinum hjá Ikea er »tikin eftir gjølla umhugsan og við atliti til støðuna<å«, upplýsir felagið.

Starvsfólkini hjá Ikea eru biðin um at halda seg heima fyribils.

Sambært CNN er Ikea í Kina vælumtókt stað hjá kundum millum annað at fáa sær ein lúr á eini av teimum mongu seingjunum ella sofunum ella bara at vera har eina løtu í senn.

Júst hesir keypsvanar kunnu geva baksláttur í royndunum at forða útbreiðslu av coronavirusinu, táserfrøðingar og embatismenn mæla fólki til at ikki at fara har, ið nógv fólk eru.

Í nógvum kinesiskum býum eru gøturnar oydnar. Vælumtókt ferðamál eru stongd, og á øllum Starbuck kaffibarrum, verður kravt av kundunum, at teir bera andlitsmaskur og taka feburin.

Í dag upplýsa kinesisku heilsumyndugleikarnir sambært tíðindastovuni Reuters, at coronavirusið higartil hevur kostað 38 mannalív afturat. Harið eru 170 fólk nú deyð av virusinum.

Harumframt er tað staðfest, at gott 1.700 fólk eru smittað í Kina. Tað førir samlaða talið av smittaðum upp á 7.711 fólk.

/ritzau/