Ike fór í luftina

Eftir bara fáum tímum mentist tropiski stormurin Ike til eina av teimum harðastu ódnunum

Teir seinastu dagarnar hevur tropiski stormurin Ike ferðast tvørtur um Atlantshavið, men í nátt sprongdist hann, sum veðurmenninir kalla tað. Eftir seks tímum mentist Ike frá stormi til eina tropiska ódn í flokki 4.

Harvið er Ike tann fimta tropiska ódnin í ár og tann triðja, sum hevur verið harðaði enn í 3. flokki.

Í morgun var vindferðin í Ike umleið 60 metrar um sekundið og í hvirlunum upp í einar 70 metrar um sekundið. Veðurmenninir siga, at teir næstu dagarnar fer Ike inn yvir Karibia, og at haðani fer hon helst ímóti Florida.