IFK Norrköping er svenskur meistari

Undan seinasta umfarinum høvdu trý lið møguleikan at vinna svenska meistaraheitið

IFK Norrköping er svenskur meistari í fótbólti fyri fyrstu ferð í 26 ár. Talan er um trettanda meistaraheiti hjá IFK Norrköping.

 

Undan seinasta umfarinum í Allsvenskuni, sum besta deildin í Svøríki verður nevnd, høvdu trý lið møguleikan at vinna svenska meistaraheitið. IFK Norrköping var undan dagsins dysti ímóti Malmö FF á útivølli bert eitt stig frammanfyri IFK Göteborg, sum lá tvey stig frammanfyri AIK Stockholm.

 

IFK Norrköping greiddi sína skyldu við at vinna torføra útidystin ímóti Malmö FF 2-0. IFK Göteborg fekk bert javnleik 2-2 heima ímóti Kalmar, og so kundi IFK Norrköping feira fyrsta meistaraheiti í 26 ár.

 

AIK Stockholm fekk bert javnleik 1-1 ímóti Örebro á útivølli, og má taka til takkar við bronsukrónunum.

 

Falkenbergs FF, Halmstad og Åtvidaberg flytur niður í Superettan, sum næstbesta deildin nevnist. Gamla felagið hjá Finni Justinussen, Jönköpings Södra, Östersunds FK og Sirius flyta upp í Allsvenskuna.

 

Malmö FF, sum hevur verið eitt sterkt lið seinnu árini, og hevur havt góð úrslit í Champions League bleiv bara nummar fimm í Allsvenskuni í ár.