Setningurin var greiður hjá fuglfirðingum, tá ið teir fóru um Suðuroyarfjørð. Um niðurflytingin ikki longu í dag skuldi mest sum verða staðfest, so var tað neyðugt at vinna fulla úrtøku við Stórá í Trongisvági.
Nú hevur Rúni Gaardbo bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísir 0-1. ÍF hevur trý stig í viðførinum umborð á Smyril, og tað ber við sær, at fuglfirðingar framvegis liva í vónini um, at tað skal eydnast at sleppa undan niðurflyting. Í dag er endaliga staðfest, at TB í 2022 fer at spæla í næstbestu deildini.
Sigursmálið skoraði miðverjin Steinbjørn Olsen miðskeiðis í seinna hálvleiki. Karl Løkin legði við horna innfyri úr vinstru, málverjin royndi at boksa bóltin burtur, men tað eydnaðist ikki nakað serligt, og so var tað Steinbjørn Olsen, sum úr stuttari fjarstøðu og við handara stólpa setti bóltin í málið. Hetta var annað málið hjá Steinbjørn í ár.
Í fyrra hálvleiki hildu fuglfirðingar, at teir høvdu lagt seg á odda, tá ið Bogi Reinert Petersen eftir horna úr høgru við høvdinum setti bóltin í málið, men dómarin kolldømdi, tí hann helt, at fuglfirðingurin hevði gjørt fríspark ímóti Nikola Stoisavljevic, tá ið hann leyp úr TB málinum.
Eina løtu undan, at ÍF skoraði sigursmálið, vóru heimamenninir misnøgdir, tá ið teir hildu, at Jan Ó. Ellingsgaard sum aftasti maður hevði brúkt neyðbremsuna ímóti Samudeen Musah, sum í dag var fremsti maður hjá TB. Dómarin var ikki samdur við teimum og vísti TB spælaranum gula kortið fyri at hava roynt at filmað.
Fyri Ibri Moro hjá TB endaði dysturin eitt lítið korter undan leikloki, tá ið hann og dómarin keglaðust um, um tað var TB ella ÍF, sum átti eitt innkast.
ÍF er trý stig og verri málmun frá B68, sum er á áttanda plássi. Í trimum teimum síðstu umførunum skal ÍF spæla ímóti Víkingi (ú), NSÍ (h) og HB (ú).
TB skal í trimum teimum síðstu umførunum spæla ímóti EB/Streymi (ú), B68 (ú) og 07 Vestur (h).
TB - ÍF 0-1 (0-0)
0-1: Steinbjørn Olsen