Mansunglingarnir hjá ÍF eru steypavinnarar. Eins og í mansfinaluni vóru tað ÍF og SÍ, sum vóru í finaluni. Heldur óvæntað vunnu SÍ mansfinaluna, men hesa ferð megnaði ÍF at vinna og fáa eitt gull til Fuglafjarðar.
Serliga fyrsta sett var av teimum heilt spennandi. Liðini skiftust um at hava leiðsluna. So lítil var munurin, at tað var ikki fyrr enn ÍF kom upp á 30, at ein vinnari bleiv funnin í settinum. Í øðrum setti var eisini spenningur í. ÍF vann setti 25-21, og harvið finaluna og steypagullið.
Steypafinalurinar í flogbólti hjá teimum yngru:
Gentur 14: TB - SÍ 2-0(25-17, 26-24)
Dreingir 14: SÍ – Fleyr 2-1 (25-17, 17-25. 15-12)
Gentur 16: SÍ – TB 0-2 (19-25, 14-25)
Dreingir 16: SÍ – Fleyr 2-1 (25-14, 18-25, 15-12)
Kvinnuunglingar; TB – Dráttur 0-2 (24-26, 30-32)
Mansunglingar: ÍF – SÍ 2-0 (30-28, 25-21)