ÍF skal aftur í kvøld stríðast fyri lívinum

HB er stórfavorittur undan útsetta dystinum í Fløtugerði í kvøld

18. umfar í bestu deildini var sunnudagin 8. august. Tá vóru allir dystirnir uttan tann millum ÍF og HB. Hann var útsettur, tí HB var upptikið í Conference League, har meistararnir nakrar dagar undan útsetta dystinum ímóti ÍF taptu 7-2 í Haifa og nakrar dagar eftir útsetta dystardagin ímóti ÍF vunnu 1-0 á heimavølli ímóti Maccabi Haifa.

 

Í kvøld verður útsetti dysturin millum ÍF og HB í Fløtugerði í Fuglafirði. Fyrsta bríksl verður klokkan 17.30, og Alex Troleis verður dómari.

 

Stigatalvan sigur, at HB er stórfavorittur, og hon sigur eisini, at tað er heilt stórt trýst á ÍF, sum sær út til at hava kós ímóti næstbestu deildini.

 

Tá ið fuglfirðingar líta aftur á kappingarárið, so mugu teir ásanna, at tað nú er nógv, sum vendir niður, sum fyrr í ár vendi upp.

 

ÍF hevur 13 stig, og 11 av teimum høvdu fuglfirðingar longu vunnið, tá ið kappingin var átta umfør gomul. ÍF vann í vár á heimavølli ímóti TB, 07 Vestur og EB/Streymi og spældi javnt á útivølli ímóti EB/Streymi og B36.

 

Sunnudagin tapti ÍF 1-0 í Hólmanum á Eiði. Nú er ÍF næstniðast. Tað eru seks stig fram til B68 og EB/Streym, og fuglfirðingar skulu vinna í hvussu so er tveir fleiri dystir enn annaðhvørt EB/Streymur ella B68, um teir skulu sleppa undan at flyta niður.

 

Skráin hjá ÍF tað, sum er eftir at hesum kappingarárinum, er: HB (h), B36 (ú), KÍ (h), TB (ú), Víkingur (ú), NSÍ (h), og ÍF endar á útivølli ímóti HB, sum í kvøld verður gestur í Fuglafirði.

 

Miðverjin Jens Joensen er tøkur aftur eftir leikbann, og Jóhann Højbro er darvaður av fótskaða.

 

HB hevur mest sum tryggjað sær rætt at spæla í Europa næsta summar. Nú ræður tað um at verja bronsuplássið og lúra eftir silvurmerkinum, og so er tað steypakappingin, har HB um eina viku fer at spæla fjórðingsfinalu á Sandi.

 

Mads Bo Mikkelsen er framvegis vøddaskaddur.

 

Kl. 17.30: ÍF - HB: Alex Troleis

 

 

 

21192083659
Víkingur211452471947
HB191144571737
B3621993382236
NSÍ22958373432
07 Vestur216411285922
EB/Streymur205411173819
B68215412245419
ÍF203413204813
TB20031710643