TB og ÍF bjargaðu ólavsøkufótbóltinum við at spæla dystin á Tórsvølli í dag.
Á vøllinum var tað tó ÍF sum fløtti bjargingarbátinum hjá sær við at vinna ein sera týdningarmiklan 2-1 sigur á TB.
Sigurin er tann fyrsti í níggju dystum, og talan er um fyrstu stigini ÍF fær síðani 1-0 sigurin hjá ÍF á TB í sætta umfarinum í Trongisvági 26. apríl.
Tá 57 minuttir vóru farnir skermaði Dánjal á Lakjuni Aron Sørensen í TB-verjuni væl, so rúm var fyri Gundur Ellingsgaard Petersen at skora til 1-0 til ÍF.
Bert seks minuttir seinni javnaði Salmundur Bech við einum góðum stútara aftaná eitt gott upplegg frá John Villi Wøldike.
Tá 70 minuttir vóru farnir skoraði ÍF sigursmálið. Elvio Gelmini legði hegnisliga bóltin inn í brotsteigin har Tóri Nolsøe Olsen stútaði bóltin í kassan til 2-1.
TB fekk stáplað eitt væleydnað tiltak á beinini og fekk nakrar góðar inntøkur, men tað var ÍF sum fór avstað við øllum stigunum.
TB-ÍF 1-2 (0-0)
0-1 Gundur Ellingsgaard Petersen (57.)
1-1 Salmundur Bech (63.)
1-2 Tóri Nolsøe Olsen (70.)
Tað er spenningur um silvurkrónurnar, um fjórða plássið og í botnstríðnum í Betrideildini, har bert fimm stig skilja nummar seks og nummar 10. Tað einasta sum ikki er spennandi er meistarastríðið.
Kelda: dystir.fo
Nr | LIÐ | ST | DS | VD | JD | TD | MF | MÍ | MM |
1. | KÍ | 48 | 16 | 16 | 0 | 0 | 44 | 8 | 36 |
2. | B36 | 36 | 16 | 12 | 0 | 4 | 34 | 15 | 19 |
3. | HB | 35 | 16 | 11 | 2 | 3 | 37 | 10 | 27 |
4. | Víkingur | 27 | 16 | 8 | 3 | 5 | 35 | 18 | 17 |
5. | 07 Vestur | 25 | 16 | 8 | 1 | 7 | 27 | 25 | 2 |
6. | TB | 15 | 16 | 4 | 3 | 9 | 12 | 35 | -23 |
7. | EB/Streymur | 13 | 16 | 4 | 1 | 11 | 12 | 31 | -19 |
8. | ÍF | 12 | 16 | 4 | 0 | 12 | 14 | 37 | -23 |
9. | B68 | 11 | 16 | 2 | 5 | 9 | 14 | 30 | -16 |
10. | AB | 10 | 16 | 3 | 1 | 12 | 12 | 32 | -20 |