ÍF hevur tvey tey seinastu kappingarárini vunnið silvur í fremstu føroysku deildini. Bæði árini hevur miðverjan verið mannað við Bartal Eliasen og Høgna Zachariassen. Tí kunnu fuglfirðingar gleðast yvir, at báðir miðverjuleikarnir hava valt at leingja sín sáttmála við barndómsfelagið.
Umframt teir báðar, so hevur miðvallarleikarin Frank Poulsen eisini skriva undir nýggjan sáttmála við ÍF.
Frank Poulsen hevur fyrr verið týðandi partur av ÍF liðnum. Farna kappingarár fekk Frank tó ikki spælt, orsaka av skaða. Nú er miðvallarleikarin klárur aftur at tørna út fyri barndómsfelagið.
Effodeildin fer av bakkastokki um tvær vikur. ÍF møtir í fyrsta umfarið KÍ á heimavølli.