ÍF hevur fingið nýggjan málverja

Gamal kenningur fer aftur at verja málið í Fløtugerði

Í øllum illveðrinum í kvøld kunngera fuglfirðingar, at tað nú er greitt, hvør fer at verja málið hjá besta liðnum, sum fer at spæla í næstbestu deildini, har málið verður at endurvinna plássið í fremstu røð, sum ÍF misti í heyst.

 

ÍF skrivar soleiðis í kvøld:

 

 

 

ÍF kann í kvøld kunngera, at Tóri Traðará er komin aftur til ÍF eftir eitt ár á Skála. Jákup N. Olsen, sum í fjør vardi ÍF málið, er nú á Skála.


Tóri hevur samanlagt spælt 63 dystir í 1 deild og 6 dystir í bestu deildini.

Tóri var so mikið óheppin at verða illa skaddur í beininum í fyrsta umfari í 2019. Tí eru dystirnir ikki so nógvir í bestu deildini hjá 25 ára gamla Tóri.


ÍF gleðist um, at Tóri aftur verður partur av besta mansliðnum hjá ÍF, og vit ynskja honum bestu eydnu komandi ári, skrivar ÍF í kvøld.