ÍF er steðgað upp

1. DEILD: Fyri aðru ferð í eina viku noyddust fuglfirðingar av vøllinum við ongum eftir tap ímóti teimum næstbestu

ÍF er framvegis á næstfremsta plássinum, sum ber uppflyting við sær. Men tað tykist av álvara vera komin kinkur í hjá fuglfirðingum.

 

Leygardagin vórðu teir av álvara eyðmýktir, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi vunnu 7-1 í Fløtugerði, og í kvøld var tað lítið frægari.

 

ÍF var á ovara vølli í Gundadali, har mótstøðuliðið vóru teir næstbestu hjá HB. Úrslitið var, at HB vann 4-2 eftir 1-1 í fyrra hálvleiki. ÍF er næstfremst við 49 stigum – seks stig frammanfyri Víking.

 

Jákup L. Thomsen, sum er við at fóta sær eftir langan skaðasteðg, legði beinanvegin heimaliðið á odda, og tíggju minuttir undan steðginum var tað Dánjal á Lakjuni, sum javnaði til 1-1.

 

Tað var 1-1, inntil tað restaðu tíggju minuttir. Síðsta lítla korterið – 10 minuttir pluss meiri enn tríggjar minuttir sum dómarin legði aftrat – vórðu fýra mál skorað. Ási Dam legði HB framum 2-1, og tveir minuttir seinni javnaði Gundur E. Petersen ti 2-2.

 

Og so var tað, at HB í tíðini, sum dómarin legði aftrat, skoraði tvey mál. Leivur F. Guttesen skoraði tað fyrra, og so varð Jákup L. Thomsen tvífaldur málskjútti. Hetta var aðru ferð í ár, at Jákup L. Thomasen var á næstbesta HB liðnum, og har hevur hann í ár skorað trý mál.

 

Sigurin ber við sær, at HB er á sjeynda plássi við 30 stigum, og harvið hevur HB væl og virðiliga tryggjað sær plássið í deildini í 2023.

 

Um tvær vikur eigur ÍF heimavøll ímóti 07 Vestur, og tá fer HB á útivølli at spæla grannauppgerð ímóti Undrið FF.