Svartkjaftakvotan næsta ár eigur ikki at vera størri enn 540.000 tons. Tað sigur Altjóða havgranskingarstovnurin ICES í sínum tilmæli fyri 2010. Svartkjaftakvotan er minkað seinastu árini, tí stovnurin er illa fyri sambært fiskifrøðingum. Gýtingarstovnurin var sjey milliónir tons í 2003 og 2004, men í ár er hann 3,6 milliónir tons. Árgangirnir 2005 til 2008 eru sera smáir, sigur ICES.
Svartkjaftaveiðan verður 600.000 tons í ár.
ICES mælir til, at kvotan av norðhavssild verður ein millión og 483.000 tons næsta ár, og at markrelkvotan verður millum 527.000 og 572.000 tons.