Altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, kunngjørdi í gjár tilmælini fyri fisking av toski, hýsu og upsa í føroyskum sjógvi fyri komandi ár, og sambært tilmælunum, sum eru at síggja á heimasíðuni hjá Havstovuni, skal veiðan av toski og upsa minka, meðan veiðan av hýsu kann vera á sama støði í ár.
ICES mælir til, at veiðan av toski í 2021 kann vera í mesta lagi 6.247 tons og er hetta ein minking upp á 47% í mun til tilmælið fyri 2020. Verri føðiviðurskifti í havinum síðstu árini hava ávirkað toskastovnin neiliga, soleiðis at tilgongdin er minni enn væntað.
Veiðan av hýsu í 2021 kann vera í mesta lagi 11.440 tons og er hetta áleið tann sama veiðan, sum ICES mælti til fyri 2020. Gýtingarstovnurin av hýsu veksur framhaldandi, hann er nú mettur at vera 52.245 tons. Vøksturin í gýtingarstovninum kemur serliga av árgangunum frá 2016 og 2017, sum verða mettir at vera væl yvir miðalstødd.
Veiðan av upsa í 2021 kann vera í mesta lagi 27.368 tons og er hetta ein minking upp á 23% í mun til tilmælið fyri 2020. Gýtingarstovnurin av upsa hevur verið væl fyri síðan 2014. Veiðutrýstið er framvegis hægri enn tað veiðutrýst, sum er mett at geva størstu varandi veiðu.











