ICES økt tilmæli fyri uppisjóvarfisk

ICES hevur nú gjørt eitt tilmælið til mest loyvda veiðu av uppisjóvarfiski í 2017. Tað skrivar Havstovan á heimasíðu sínari.

 

Tilmælið á svartkjaft, norðhavssild og makrel hækkaðu øll.

 

Tilmælið á svartkjaft hækkaði úr 776.000 tonsum í 1.342.000 tons. Tilmælið á norðhavssild hækkaði úr 317.000 tonsum í 646.000 tons og makrelurin hækkaði úr 774.000 tonsum í 944.000 tons.

 

Allir tríggir stovnarnir vísa eina góða tilgongd og tískil hevur ICES hækka sítt tilmæli á hvat kann burðardygt fiskast.