Icelandair verður helst selt

Danska blaðið, Børsen,endurgav í gjár Financial Times, sum veit at siga, at FL Group er í ferð við at selja Icelandair, sum er størsta flogfelag í Íslandi.
Keypari er sambært enska blaðnum ríkmaðurin Ólafur Olafsson, sum sigst vera til reiðar at gjalda millum 3,9 og 5,5 milliardir danskar krónur fyri Icelandair.
FL Group eigur eisini danska flogfelagið Sterling, og tað ljóðar, at felagið eisini ætlar at selja tað, um eitt hóskandi boð kemur.