Íslendska flogfelagið, Icelandair, hevur niðurjusterað úrslitið tvær ferðir í ár, og stjórin er farin frá.
Flogfelagið Icelandair hevur trupulleikar við búskapinum og vil nú sleppa at samráðast við skuldnarar sínar, tá felagið hevur trupulleikar við at svara hvørjum sítt.
Tað skrivar norski vinnumiðilin E24.
Sambært boðum frá Icelandair sjálvum er talan um eitt lán upp á 190 milliónir dollarar – ella 1,2 milliardir krónur. Felaigð hevur trupulleikar við at halda treytirnar fyri láninum.
Icelandair arbeiðir við fleiri møguleikum fyri at loysa avbjóðingarnar.
Tað snýr seg um fyribils at steðga afturgjaldingunum, nýggjum treytum fyri láninum ella bert eina lutvísa afturgjalding av skuldini.
Icelandair hevur tvær ferðir fyrr í ár boðað frá, at úrslitið ikki verður so gott, sum væntað.
Seinasta fráboðanin var í august, tá forstjórin, Björgólfur Jóhannsson, segði seg úr starvi.
Icelandair flýgur til Evropa og USA og hevur nógvar rutur til og úr Keypmannahavn.
Hørð kapping um tey ferðandi, og hækkandi prísir á brennievni hava gjørt tað trupult at vinna penging hjá felagnum.
– Flogprísirnir eru undir trýsti í Norðuratlantshavi, og saman við høgum oljuprísi og lutvíst høgum kostnaðarstøði fyri raksturin av Icelandair, er tað ein vandamikil blanding, sigur Hans Jørgen Elnæs, floggreinari, við E24.
Fyrr í hesi vikuni fór eitt annað íslendskt flogfelag – Primera Air – á húsagang eftir eina tíð við vánaligum búskapi.
Harumframt hevur Wow Air sambært E24 eisini fíggjarligar avbjóðingar.
Hans Jøregn Elnæs heldur, at Icelandair og Wow Air kunnu enda við at leggja saman.
Á tann hátt kunnu tey standa seg betri í kappingini ímóti amerikanskum flogfeløgu, sum eisini flúgva til og úr Íslandi og víðari til Evropa.
Fyrst í árinum roknaði Icalandair við at hava eitt rakstraravlop upp á millum 170 og 190 milliónir dollarar.
Tað talið er nú lækkað til eitt rakstrarhall upp á millum 80 og 100 milliónir dollarar
/ritzau/