ÍBV leikti javnt - KA tapti

ÍBV eru framvegis ósigraðir í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, KA og ÍBV vóru í leiki í kvøld. 

 

Janus Dam Djurhuus skoraði tvey mál, og Dánjal Ragnarsson var ikki millum málskjúttarnar, tá ÍBV á útivølli leikti javnleik 31-31 móti Selfossi. Sambært Vísir misti Janus bóltin í seinasta álopinum hjá ÍBV beint undan seinasta bríkslinum.

 

í Steðginum var Selfoss á odda 13-11. 

 

Allan Norðberg skoraði tvey mál, og føroyski landsliðsmálverjin hevði 15 bjargingar, harímillum eina brotskastsbjarging, tá KA tapti greitt 18-26 fyri verandi meistarunum, Vali á útivølli. Í steðginum var Valur á odda 11-7.

 

Sunnudagin spælir ÍBV móti Hørði á heimavølli.

 

ÍBV er triðfremst við fýra stigum fyri ein sigur og tveir javnleikir í trimum teimum fyrstu dystunum.

 

KA er nummar átta við trimum stigum fyri fýra teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.