Heim og Skúli og Mentamálaráðið skipa í felag fyri tiltaki leygardagin 15. mars fyri øllum skúlastýrislimum, skúlaleiðarum og øðrum áhugaðum. Tiltakið við framløgum, kjaki og íblástri úr Noregi til heim og skúlasamstarv verður í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík frá klokkan 13 til umleið 16.
Tað verður Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sum bjóðar vælkomin, og síðan fer nevndin fyri Heim og Skúla at kunna um skránna og endamálið við degnum.
Fyri steðgin verður tað Elisabeth Strengen Gundersen frá FUG (Foreldreutvalget for grunnopplæringen), sum fer at hava framløgu um heim & skúla samstarv í Noregi, og síðan verður høvi til spurningar og kjak.
Eftir steðgin fer Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum, at hava framløgu, og síðan verður kjak í bólkum um ítøkiligar royndir, avbjóðingar og møguleikar.
- Hetta er tiltak í framhaldi av fundi, sum Heim og Skúli skipaði fyri í november. Endamálið er at geva skúlastýrum íblástur til heim & skúla samstarvið og at fara meira ítøkiliga til verka at geva skúlastýrislimum innlit og amboð til tær víðfevndu uppgávur, sum áliggja skúlastýrum.
Tað sigur Annika Sølvará, forkvinna í Heimi & Skúla í tíðindaskrivi í kvøld.