Ian skal styrkja trilvandi NSÍ

Teir báðir, sum í morgin fara at verja málini í Runavík, hava tilsaman verið í fremstu røð í 36 ár!

Upptakt

Higartil hevur spælið ikki verið tað, sum teir í felagnum fegnir vilja, at tað skal vera. Tað eru teir í NSÍ samdir í. Jens Martin Knudsen, sum hevur veriðmálverji í fremstu røð síðani í 1985, hevur verið álitið. Úti á vøllinum hevur tað knirkað í øllum røðunum í steypakappingini. Í miðverjuni royndi venjarin ímóti FS Vágum Áka L. Hansen í staðin fyri Messias Perreira, og tað hava eisini verið fleiri útskiftingar longri frammi á vøllinum.
Fyri nakað síðani so at siga lýsti Ian Højgaard seg til sølu her á síðunum, eftir at hann hevði gjørt av at gevast í Vejle. Nú er hann aftur í NSÍ, og hann verður í hópinum í morgin. Tað verður vónað, at hann skal vera við til at finna melodiin, sum heilt sjónskt hevur verið saknaður í spælinum í bólkaumfarinum í steypakappingini.
Tað kemur væl við hjá NSÍ, at Ian Højgaard er tøkur. Ætlanin var, at Aleksandar Jovevic, sum spældi á Skála í fjør, og sum hevur bíðað eftir spæliloyvinum, skuldi styrkja um miðvøllin. Tað verður av ongum. Undir venjing týskvøldið varð hann skaddur í lærkrikanum, og skaðin hevur hildið honum burtur frá venjingini síðani tá.
Jústinus Hansen og Brynjolvur Nielsen vóru hóskvøldið rættuliga ivasamir. Í gjár kvøldið skuldi gerast av, um teir skulu spæla við í morgin ella ikki.
Miðvallarin Rúni Rasmussen er fluttur úr NSÍ og yvir á Skála, har hann slapp framat fram ímóti endanum, tá ið Skála vann á HB.

Okkurt ivamál
Vágb ingar taptu í fjør 4?0 í Runavík. Ta ferðina skoraði Sonni L. Petersen, sum nú er í EB/Streymi, øll málini hjá NSÍ. VB hevur ikki vunnið í Runavík síðani í 1997, tá ið úrslitið var 4?1.
Tað er greitt, at Dan Djurhuus, sum varð vístur av vøllinum, tá ið VB leygardagin legði rygg til 6?0 tap í Gundadali ímóti HB, er leikbannaður ímóti NSÍ. Veteranurin Jón Pauli Olsen hevur vant dúgliga í ár. Hann hevur verið skaddur eitt skifti, men í hesi vikuni hevur hann aftur verið til venjingar.
Aftasti skansin hjá VB er Bjarni Johansen. Á sama hátt sum NSÍ málverjin, so er hann ikki nakar ársungi í føroyskum fótbólti. Fyrsta ferðin, hann var á besta VB liðnum í landskappingardysti, var í 1987. Í stevnudystinum var úrslitið 1?1.