Í klvøld verður avdúkað, hvør skal leiða Grønland næstu fýra árini.
Flokkurin á vinstraveinginum, Ataqatigiit, IA, hevur boðað til tíðindafund, hvar flokkurin fer at kunngera nýggju samgonguna.
Tað skrivar grønlendsku miðlarnir Sermitsiaq.AG og KNR.
Nøvn eru ikki sett á flokkarnar enn. Men IA hevur samráðst við flokkarnar Naleraq og Atassut, sum verða nátúrligir samstarvsfelagar í eini samgongu.
Samgongan verður kunngjørt í kvøld klokkan 19:15 okkara tíð í mentarnarhúsinum Katuaq, sum er Norðurlandahúsið í Grønlandi.
34 ára gamli Múte B. Egede er formaður í IA, sum eisini fer at tilmæla limirnar í landsstýrinum.
Landsstýrið og landsstýrisfólkini skulu síðani formliga góðkennast av Landstinginum í tingsetuni, sum byrjar fríggjadagin 23. apríl.
Eitt grønlendskt landsstýri skal hava ein meiriluta upp á 16, tí 31 fólk eru í grønlendska tinginum.
IA hevur 12 tingsessir eftir valið í síðstu viku, tá flokkurin gjørdist størsti flokkur, meðan Naleraq hevur fýra sessir. Tilsamans hava hesi báðir flokkarnir nóg mikið av sessum til at skipa landsstýri.
Men teir hava eisini samráðst við Atasut, sum hevur tveir tingsessir.
/ritzau/











