- Tað er óðamannaverk at leggja skúlar saman, áðrenn alt er klárt.
Tað heldur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum.
Í Skúlablaðnum heldur hann ikki, at tað er rætt at leggja skúlar saman, áðrenn tað er greitt, hvussu teir skulu skipast.
Hann vísir á, at í Havn eru Kommunuskúlin og Venjingarskúlin lagdir saman, og í Klaksvík eru Skúlin á Ziskatrøð og Skúlin við Ósánna lagdirsaman
Tað eru kommunurnar, sum skipa skúlarnar, men Mentamálaráðið skal góðkenna broytingar í skúlabygnaðinum, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.
Men hann heldur, at tað er óskiljandi, hví ein samanlegging skuldi skundast ígjøgnum, tí øll vita, at nýggju bygningarnir, sum skulu húsa samanløgdu skúlunum, ikki verða lidnir í nærmastu framtíð.
- Eg eri onga løtu í iva um, at hetta hendir bara, tí tað eru kommununalpolitikarar, sum vilja profilera seg og vilja vísa, at teir eru gera nakað. Í besta føri er tað, sum er hent í Klaksvík og í Havn, óumhugsað, í ringasta føri skaðiligt, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.
Hann spyr, hvat skilagott kemur burtur úr at leggja skúlar saman, áðrenn bygningurin er klárur at hýsa samanleggingini.
Formaður Føroya Lærarafelags vísir á, at fyri starvsfólkini í avvarðandi skúlum hevur vantandi kunningin, og vantandi opinleikin, í tilgongdini verið ótolandi.
- Tað tók drúgva tíð hjá Mentamálaráðnum at góðkenna samanleggingina, og ikki fyrr enn um hálvan desember avgreiddi Mentamálaráðið leiðsluviðurskiftini í nýggju skúlunum.
- Í samanløgdu skúlunum í Havn skulu lærarar ferðast um allan býin, tí samanløgdu skúlarnir húsast í nógvum bygningum. Tað eru ógvuliga torførar arbeiðsumstøður, og samstarvið millum lærarar líður eisini undir hesum, tí teir aldri møtast, sigur Herálvur Jacobsen.










