Seinastu almennu tiltøkini hjá íslendsku forsetahjúnunum á føroyavitjanini eru á skránni í dag, tá tey vitjaði í Klaksvík.
Tey koma til Klaksvíkar klokkan 9:30, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri og konan Vígdis Skorheim taka ímóti í Ráðhúsinum. Har fer Jógvan Skorheim at kunna um virksemið í Klaksvíkar kommunu.
Síðani verður farið á Look North, har, Árni Skaale, stjóri, tekur ímóti og greiðir frá virkseminum. Eftir tað verður farið í Christianskirkjuna. Har fer Jógvan Ravnsfjall, kirkjuráðsformaður at taka ímóti. Alex Sólstein kunnar um kirkjuna, og Edward Fuglø, listamaður, greiðir frá sínum trælistaverkum í kirkjukjallaranum.
Á middegi bjóðar borgarstjórin til miðmála í Seglhúsinum.
Eftir vitjanina í Klaksvík verður farið á Glyvrar at vitja Bakkafrost.
Komin á Glyvrar fer Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, at taka ímóti og Regin Jacobsen, greiðir frá virkseminum og vísir fram virkið.
Siglt verður við Brimli frá Bakkafrost til Havnar.
Tað seinasta á skránni verður móttøka í Norðurlandahúsinum í Havn í kvøld klokkan 17, har íslendski forsetin er vertur.
Íslendsku forsetahjúnini fara aftur til Íslandsv ið Atlantsflog í morginári klokkan 8.