Í morgin verður útigudstænasta á Argjum

Byrjað verður klokkan 11.

Sunnudagin skipar Argja kirkja fyri útigudstænastu á AB-vøllinum fyri øll.

 

Hetta er triðju ferð, at Argja kirkja heldur gudstænastu á vøllinum á Argjum.

 

– Nú er summar og høvi hjá Argja kirkju at fara undir tað vanliga virksemi á henda hátt, siga stigtakararnir

 

Undir gudstænastuni framførir kvinnubólkurin Tabitha, og aftaná verður kirkjukaffi og okkurt søtt og sunkist til børnini.

 

Útiguðstænastan verður klokkan 11.