Minst 12 fólk eru í dag deyð í eini vanlukku við eini lyft í norðuritalska landspartinum Piemonte.
Tað upplýsir tilbúgvingarmyndugleikarnir sambært italsku miðlunum Rai og Ansa.
Tvey børn fimm og níggju ára gomul hava fingið álvarsligan skaða eru eru flutt við tyrlu til sjúkrahúsið í Torina. Tað upplýsa keldur frá bjarginartænastuni sambært blaðnum La Republica.
Blaðið skrivar, at 13 eru deyð.
Ein talsmaður fyri alpinu bjargingartænastuna hevði annars stutt frammanundan sagt, at 11 fólk vóru í lyftuni, sum datt niður, og at talið av offrum ikki var hægri enn tað.
Ikki er upplýst, hvaðani tey deyðu eru.
Eisini er enn ógreitt, hvat veruliga fór fram.
Sambært italska blaðnum La Republica var lyftin við at vera komin á mál, tá hon datt niður. Hon var tá á einum av hægstu punktunum á túrinum, skrivar blaðið.
Vanlukkan hendi stutt fyri middag okkara tíð.
Lyftan datt niður í eitt skógarøkið, sum ringt er at koma fram til, skriva Rai.
##med2##
Bjargingarfólk við Maggiore-vatnið í Norðuritalia, har ein lyft í dag datt niðurog kravdi fleiri mannalív. - Foto: Handout/Ritzau Scanpix
– Talan er um eina sera álvarsama vanlukku, sigur Walter Milan, ein talsmaður fyri bjargingartænastuna, við tíðindarásina hjá Rai.
Hann leggur afturat, at alarmsentralurin fekk boðini um, at ein lyft varð dottin niður av einum høgum stað og »lá krúllað saman« í skóginum undir lyftini.
Lyftin fer frá Maggiore-vatninum við býin Stresa til fjallatoppin Mottarone. Hon hevur verið stongd í sambandi við koronufarsóttina, men lat uppaftur 24. apríl.
Hon var seinast høvuðsumvæld í 2016.
Hægsta punktið hjá lyftini er 1491 metrar. Túrurin tekur vanliga umleið 20 minuttir, skrivar Rai.
Túrurin uppt il fjallatoppin er sera vælumtókt ferðamál fyri nógv ferðafólk, tí haðain er sera got útsýni yvir Maggiore-vatnið og alpurnar har í kring.
/ritzau/Reuters