Í lagi at vera nervøsur til próvtøkuna

Her eru nøkur góð ráð til munnligar og skrivligar próvtøkur

Her eru nøkur góð ráð til munnligar og skrivligar próvtøkur

 

Áðrenn skrivligu próvtøkuna:

Lat vera við at lesa sama dag, sum tú skalt upp. Heilin klárar ikki at rúma meira, og tu kanst ikki vera meira fyrireikað/­ur. Syrg fyri, at skil er á tínum notum, soleiðis at tú ikki skalt róta runt í teimum til sjálva próvtøkuna.

 

Et ein góðan morgunmat, sum mettar væl, so at tú ikki verður svong ella svangur undir próvtøkuni. Gakk ein túr, áðrenn tú skalt til próvtøku, so heilin fær fríska luft. Ger eina lítla ætlan yvir, hvussu langa tíð tú skalt brúka til hvørt evni, soleiðis, at tú ert vís/­ur í, at tú nært alt.

 

Undir próvtøkuni

Les øll evnini væl, áðrenn tú velur, hvat tú vilt skriva um. Og lat so vera við at broyta meining, tá tú ert byrjað/­ur at skriva. Hav okkurt lekkurt við til próvtøkuna, t. d. bomm, frukt og vatn, so at tú ikki kemur at mangla orku.

 

Les svarið hjá tær gjølla. Har eru uttan  iva onkrar villur, sum tú akkurát nært at rætta.

 

Les eisini: Í lagi at vera nervøsur til próvtøkuna

Kelda: Spurnarsíðan »Útbúgvin« í Sosialinum, har Holger Arnbjerg og Bjørg Róin frá Altjóða Skrivstovuna vegleiða og svara spurningum