Í lagi at kondolera á Facebook

Men prestur ivast í, um tað er hóskandi at skriva á veggin hjá deyðum fólki

Tað er blivið alt meira vanligt, at fólk brúka Facebook til at kondolera tey, sum hava mist. Og tað er eisini vanligt, at fólk skriva á veggin hjá tí, sum er deyður.

 

Men er tað í lagi at sýna samkenslu á Facebook? Hetta var eitt av evnunum í Rás2 Seinnapartur fyrr í vikuni.

 

- Tað er ein vakur tanki, tá samkensla verður sýnd. Eisini um tað er á Facebook, sigur Theodor E. D. Olsen, prestur. Hann heldur tað vera í lagi, at fólk sýna samkenslu á Facebook, tí alternativið kann vera verri.

 

- Tað eru fólk, sum eru út fyr tí, at tey hava mist, og so fara fólk heldur yvir um vegin og royna harvið at skáka sær undan at práta, sigur Theodor E. D. Olsen.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Theodor E. D. Olsen.