Í kvøld var bit­in ov stór­ur hjá før­oy­ing­u­num í Dort­mund

Fyrsta korterið var tað púra javnt, men so bóru breiddin og fysiska styrkin við sær, at Týskland vann greiðar sigur við tíggju málum

Tað gekk, sum tað kundi roknast við, tá ið føroysku kvinnurnar í kvøld í Dortmund stríddust ímóti týsku heimafavorittunum, sum høvdu knappar 10 túsund áskoðarar í sínum parti.

 

Týskland vann 36-26 eftir hálvleiksstøðuna 2014. Síðstu løtuna vóru fleiri marginalspælarar hjá báðum liðunum á vøllinum, og tá var tað hugaligt at síggja, at fleiri av føroysku spælarunum tóku av og vóru málskjúttar. Eitt nú Marita Mortensen, sum skoraði við langskoti og hoppskoti og Maria Halsdóttir Weyhe, sum skoraði við eyðkenda undirhondsskotinum, og sum meiri enn einaferð spældi viðspælara á strikuni leysa.

 

At tapa við 10 málum ímóti Týsklandi er ikki nøkur katastrofa, og at so nógvar vóru á vøllinum kann fara at vísa sseg at vera týdningarmikið, tá ið Montenegro og Ísland vera mótstøðuliðini ávikavíst seinnapartin hósdagin og leygarkvøldið.

 

Fyrra partin av fyrra hálvleiki var tað heilt hugaligt, tí tá megnaðu føroysku kvinnurnar av álvara at fylgja við. Tá ið eitt lítið korter var farið, javnaði Pernille Brandenborg við brotskasti til 7-7. Í fyrra hálvleiki umsetti Pernille Brandenborg fýra brotskøst til mál.

 

So gekk tað skjótt, og fimm minuttir undan steðginum var Týskland frammanfyri 18-11.

 

Føroyska verjan stríddist væl, men tað var avgerandi, at tær á heimaliðnum vóru størri, tyngri og sterkari. Í álopsspælinum vóru Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen væl upplagdar. Jana skoraði fleiri mál og átti nógvar fríspælingar, og Súna var ófør í gjøgnumbrotum. Og á vinstra veingi dekkaði Rannvá Olsen væl og bjóðaði í álopsspælinum av við stórum sjálvsáliti og skoraði fýra mál.

 

Eftir steðgin minti gongdin nógv um hana undan steðginum. Føroyar løgdu bragdliga fyri, men so myendaði tað seg soleiðis, sum tað hevði gjørt.

 

-Týska liðið vísti seg at vera so gott, sum vit høvdu roknað við. Tær pressaðu okkum nógv, og sum seinni hálvleikur góvu vit øllum spælarunum møguleikan. Tær, sum ikki hava verið so nógv á vøøllinum, stóðu seg væl. Marita Mortensen skoraði fín mál, og í miðverjuni var Vár B. Zachariasen stinn undir liðini á tvíburasystrini Lív, og so hevði tað týdning, at onkrar av teimum, sum hava spælt heilt nógv, fingu høvi at hvíla seg eina løtu. Tað eru royndirnar, sum bera við sær, at spælararnir læra og mennast. Eitt nú sóu vit aftur í kvøld, hvussu torført tað er at skora mál ímóti góðum málverjum, sum duga væl at seta fellur fyri okkara spælarar, sigur føroyski venjarin Claus Leth Mogensen í samrøðu við sjónvarpið hjá Kringvarpinum.

 

Hósdagin klokkan 14.30 fara Føroyar at spæla ímóti Serbia.

 

 

 

Týskland – Føroyar 36 – 26 (20 – 14)

 

Føroyar: Pernille Brandenborg 6, Jana Mittún 4, Rannvá Olsen 4, Bjarta Osberg Johansen 3, Marita Mortensen 3, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2, Súna Krossteig Hansen 2, Karin Egholm 1, Lív S. Poulsen 1, Maria Halsdóttir Hansen 1, Elsa Egholm, Lív B. Zachariasen, Maria Pálsdóttir Nólsoy, Vár B. Zachariasen

 

Málverjar

 

Rakul S. Wardum 37 min. 10/31 32,3 %

 

Gylta á Neystabø 0 min 0/10 0 %