Um eina lítla løtu verður Søren Haugaard Pedersen at síggja í sendingini Stjerneklar á DR1.
Talan er um eina kapping, har royndir sangarar skulu syngja løg hjá sínum fyrimyndum.
Enn vita vit ikki, hvønn Søren fer at tulka, men tað fáa vit at síggja í kvøld.
Sendingin fer í luftina klokkan 19 føroyska tíð á DR1, og til ber at fylgja við á netinum HER.
Í stuttari viðmerking til in.fo sigur Søren, at hann er klárur, og hann gleðir seg at fara á pallin.
Les longri samrøðu við Søren Hauggaard Pedersen um alt hetta HER.











