Lagt er upp til að heilt stóra kvøldið, tá finalan í tiltiknu Songrødd kappingini verður í Havn í kvøld.
Ítróttarhøllin á Hálsi er ramman um finaluna, har 9 luttakarar úr øllum landinum eu við, og sum skulu sannføra áskoðarar og dómarar um, at jú tey eru Ársins songrødd.
Farnu vikurnar hava innleiðandi kappingarnar verið, og úrslitið av teimum hevur verið, at 9 finalistar eru klárir til finaluna í kvøld.
Á Sandoy gjørdist tað ikki til nakra kapping,t í bert ein luttakari var, men hann ser so sloppin við í finaluna, og Frankie Jensen hevur áður roynt seg í Songrøddkappingini.
Í Suðuroy vann Michele Carlson, og saman við henni, fer eisini Eyðun Jacobsen, sum gjørdist nummar 2, at luttaka í finaluni kvøld.
Úr Strymoynni verða eisini tveir luttakarar. Annar er Súsanna Madsen, sum vann innleiðandi kappingina í Havn, og so eru tað tær báðar Gunn Müller og Gurðrið Hansen, sum gjørdust nummar 2.
Í Vágum vunnu Finnur J. Jacobsen og Ruth á Plógv. Finnur munnu fólk kenna frá bólkinum Arrestment, sum var ein av finalistunum í Prix Føroyar fyrr í ár.
Seinasta innleiðandi kappingin var á Kambsdali seinasta vikuskiftið, og har var undirtøkan sera góð.
Moirae eisini við
Støðið í kappingini var høgt, og endin var at Eiðvør Pállsdóttir vann, og saman við henni skal eisini Arnfríð Lütsen verða við í finaluni í kvøld. Tær báðar vórðu ávíkavist nummar 1 og 2 í kappingini á Kambsdali.
Upprunaliga skuldu bert tveir teir bestu tveyararnir sleppa við í finaluna, men av tí at tað var ringt at meta um støðið frá kapping til kapping, tóku fyrireikararnir avgerð um, at allir tveyararnir eisini fingu pláss í finaluni.
Rockbólkurin Moirae er eisini partur av Songrødd finaluni, tí bólkurin skal spæla á stóra tiltakinum í kvøld. Terji Rasmussen og hansara menn fara at spæla løg av fløguni hjá sær, og nýggjar sangir, sum teir hava lagt til rættis fyri kortum.
Stórt diskotek verður eisini, og nógv verður gjørt burtur úr ljóði og ljósi, sum ADJ Sound og teknikkarar hjá Cal fara at taka sær av.
Finalan byrjar klokkan 23.00 í kvøld.