Í kríggiá nátt

Darrk Colony er eitt vakurt strategispæl, men við avmarkaðum møguleikum

Framtíðar ræðumyndir eru óteljandi. Í nýggjasta strategispælinum er sera framkomin hernaðartøkni sett upp ímóti gen-klovnum dreparaódjórum. Vit eru í 21. øld. Orkugoymslan á jørðini er uppi, og tí verður herurin sendur til Mars at útvinna ráevni. Smáar gráar rúmdarverur hava tó fingið sama hugskot, og tí slepst ikki undan einum stríði upp á lív og deyð.


Sum onnur

Dark Colony er eitt hernaðarstrategiskt stríðsspæl í trá við Command & Conquers/Red Alert, Warcraft og øll hini. Tað ræður um at uppbyggja hernaðarstøðir og stríðseindir, útvinna ráevnini uttanum og berja niður allar áleypandi fíggindar við hjálp av heilt røttu strategiini. Og alt verður gjørt nærum eins í ymisku spølunum.


...men lættari

Dark Colony skilir seg tó frá einum spæli sum Red Alert á einstøkum økjum. Spælið er fyrst og fremst lættari at yvirskoða við minni landkortum, færri bygningum og hereindum, og spælið er í síni heild lættari at spæla. Har ein í Red Alert má nýta 20-40 hereindir fyri at vinna, eru 5-10 hereindir nóg mikið í Dark Colony. Spælið hevur ikki so nógvar strategiskar møguleikar, og til ber at finna vinnandi strategiir, sum stórt sæð hhalda hvørja ferð.

Ein serlig snilda við Dark Colony er, at spælið skiftir milum dag og nátt. Um náttina eru gráu rúmdarverurnar sjálvandi nógv sterkari enn jarðbúgvar. Tað er tí ikki líka mikið, nær eitt álop verður sett í verk.


Munurin er hin sami

Tá eitt spæl verður byrjað, verður síða vald. Hermegirnar skulu stórt sæð spælast eins, men tær síggja ógvuliga ymiskar út. Rúmdarverurnar eru útgjørdar við organiskum vápnum. Tað eru livandi skapningar við serliga oyðileggjandi eginleikum, og tá teir verða raktir, flýtur við blóði. Tað sær gott út. Grafikkurin er í heila tikið góður. Tað eru hópurin av smálutum og góðar animatiónir, fleiri ymisk landsløg, stríðið fer fram í urskógini, í oyðimørkini og undir jørð. Tíverri er ikki møguleiki at nýta størri skíggjaupploysn enn 640x480 punktir. Dark Colony stuðlar MMX tøkni.


Fakta

Dark Colony krevur í minsta lagi Windows 95 á einum Pentium 90, 16 MB ram og SuperVGA 640x480 punkt við í minsta lagi 256 litum, 5 MB frítt pláss á harðdiskinum og eina 4x speed CD-rom støð.