J-dagur er nú fríggjadagin, og sum vant, so gera bryggjaríini, skeinkistøð og onnur nógv burturúr degnum, tá sølan av jólabryggi byrjar.
Men eisini løgreglan ger eyka nógv burturúr hesum degnum. Í samband við J-dagin fer løgreglan undir eitt ríkisumfatandi átak, har serligt fokus verður á rúsdrekkakoyring.
Átakið byrjar hósdagin 5. november og endar sunnudagin 8. november. Hesar dagarnar fer løgreglan at gera fleiri kanningar í samband við rúsdrekkakoyring.
Líknandi kanningar vóru gjørdar í danska ríkinum í fjør. Tá vóru 131 bilførarar tiknir í danska ríkinum, ið vóru ávirkaðir av rúsdrekka, harav 20 teirra vóru partur av einum ferðsluóhappi. Harumframt vóru 63 bilførarar tiknir, ið vóru ávirkaðir av rúsandi evnum.