»I had a dream -«

Martin Luther King hevði ein dreym. Tann dreymurin var um støðuna í USA.

Eg havi ein dreym. Tann dreymurin er um støðuna í Føroyum. Tann dreymurin er eitt Føroyar, sum eitt lítið, væl mennt oyggjaland, har nakrir tíggjutals túsund føroyingar fáa til lívsins uppihald í modernaðari vinnu, spjaddir kring alt landið.

Soleiðis er støðan ikki í dag ? anno 1999. Í dag liva vit frá hondini í munnin av tí framburði, sum undanfarin ættarlið bardu okkum upp á.


Ein tulking:

Tann modernaða vinnan, sum var ? har vit vóru við í fremstu røð ? er ikki moderna longur. Nú er kappingarførið bert ein spurningur um løn. Inntøkan er bert ein spurningur um prísleguna, sum hon tilvildarliga tekur seg út á meginlandinum og ein spurningur um fiskurin er nógvur ella lítil.

Menningin druknaði fyrst í eini náttúrligari yvirmeting av virðinum í teirri modernaðu vinnuni inn í áttatiárini. Tá brúktu vit tíð og orku til annað og høvdu ikki stundir til menning.

Seinni druknaði menningin, tá ið vit kastaðu frá okkum og góvu dønum skuldina fyri alla ólukku ? samstundis sum vit lótu somu danir taka flestu týðandi lyklar í landinum.

Uppaftur seinni druknaði menningin í eini ómegd av ringari samvitsku, tí vit høvdu søplað tað dýra gullið.

Nú druknar menningin í einum stríði fyri at fáa ein bygnað at virka, hóast hann er deyðadømdur uppá forhond ? bæði bygnaðin í landsfyrisitingini og bygnaðin millum kommunu og land.


Dreymurin:

Í dreyminum eru vit ikki stórt fleiri enn vit eru í dag, 50-100.000 fólk í øllum aldri. Føroyingar í Føroyum. Føroyingar í alheiminum.

Í dreyminum búgva vit javnt spjadd kring landið í bygdunum, sum eru væl samantengdar við vegum, ferjusambondum og hvat tíðin annars hevur við sær tí viðvíkjandi.

Í dreyminum eru arbeiðsplássini javnt spjadd kring landið, bæði privat og alment.

Í dreyminum liva vit av modernaðari vinnu. Vit liva av tí, sum ikki er prísviðkvæmt. Kappinarførið er ikki so nógv ein spurningur um løn, men heldur ein spurningur um vitan, medvit, sjálvorganisering, skapanarmegi og ábyrgd mótvegis hvør øðrum.

Í dreyminum satsa vit uppá lívskvalitet, menniskjalig virði og náttúru.

Í dreyminum tekst hvør við tað, sum hann/hon hevur skil fyri. Eingin tosar um at banka onnur uppá pláss, men heldur um læruprosessir.

Í dreymininum fær maktgirndin ikki yvirvágina. Tann náttúrliga maktgirndin, sum er størri trupulleiki hjá summum enn hjá øðrum, verður hildin í teymunum við mótspæli millum líka partar.

Í dreyminum fáa konfliktirnar ikki yvirvágina. Tær náttúrligu ? og virðismiklu ? konfliktirnar verða hildnar í teymunum við mótspæli millum líka partar.

Í dreyminum sleppur eingin at brúka onnur til fótatrakk til eina ovari rók. Tann, sum roynir slíkt missir heiður og æru millum manna og hevur dømt seg sjálvan millum líka partar.

Í dreyminum eru vit heil menniskju ? ikki bert stýrd av teim avmarkaðu áhugamálum, sum starv, aldur og útbúgving vísa til.


Vit:

Í dreyminum stendur eitt minnismerki á Tingstaðnum. Á hesum merki stendur eitt orð: VIT

Eingin mynd, eingi nøvn, einki, sum ber brá av hvørji hesi vóru. Men stórmenni vóru tey ? í hvussu so er í felag.


Fantasi ella visión?

Fantasi er tað fjasið, sum liggur í okkum viðhvørt, men sum ikki hevur hald í veruleikanum ? hvørki í nútíð, tátíð ella framtið.

Tað lekur millum fantasi og praksis.

Tað lekur ikki millum teori og praksis.

Tað kann leka millum visión og praksis.

?Vit? gera av.


Tíðarinnar fylla:

Er tulkingin av okkara nær-søguliga veruleika á leið, so er mangt sum bendir á, at vit júst í hesum døgum eru í tíðarinnar fyllu, um vit hugsa um okkara møguleikar at menna landið.

Tey seinastu tvey árini hava vit forvunnið rættiliga fitt í okkara ?tilvildar-strategi?. Prísir hava verið høgir og fiskarí hevur verið heilt hampuligt.

Samstundis eru vit enn bundin í ein kreppuhugburð, sum bæði alment og privat ? kanska serliga alment ? gevur seg til kennar í einum nýtslualdudali ? vit tera enn uppá kapitalapparatið.

Samstundis eru rættiliga nógvar kreftur bundnar niður í tí almenna sektorinum, sum kunnu útloysast, um onkur gongd leið er at brúka krefturnar til.

Hesir tríggir faktorarnir tilsaman er eyka tilfeingi.

Afturat hesum haldi eg meg eisini hóma eina uppreisn í politisku skipanini, har fleiri og fleiri politikarar fáa fótafestið aftur. Fólk eru aftur farin at trúgva uppá, at tað er við okkara egnu dømikraft vit skulu byggja land ? ikki við fantasifullum lyklaloysnum uttan úr heimi.

Tað er okkara egni kunnleiki saman við kunnleikanum hjá øðrum, sum ber frukt. Í hesi røðini.


Eitt prosjekt:

Onkustaðni skulu vit seta spónin í greytin. Skulu vit berja okkum burturúr tilvildar-strategi okkara, so mega vit leggja hetta til rættis í aktuellum málum. Tá vit byggja vaktarskip, tá vit byggja havnir, tá vit gera bygnaðarbroytingar o.s.fr. Summurin í teim ítøkiligu avgerðunum í ítøkiligum málum er okkara ítøkiliga strategi.

Spurningurin um menning er ein spurningur um strategiska leiðslu: spurningurin um tilfeingi, um kós og spurningurin um at flyta mørk.

Eitt slíkt strategiskt mál er málið um Landsverkfrøðingin, sum ? soleiðis sum tað stendur ? er tað øvugta av strategiskari leiðslu ? nevniliga JUNTA-leiðslu ella bevístari ikki-leiðslu (sambært E.Johnsen, Strategisk analyse og syntese, 1993).

Málið við Landsverkfrøðinginum kann vera við til at menna strategiska leiðslu í verki.

Í fyrsta lagi ber til við málinum viðvíkjandi Landsverkfrøðinginum at skapa arbeiðsumstøður ? sjálvandi fyrst á stovninum sjálvum, síðani í tí almenna sektorinum yvirhøvur.

Gjøgnum ein prosjektsekvens kann hetta málið vera við til eina ítøkiliga rationalisering í tí almenna sektorinum ? um hetta er eitt politiskt ynski væl at merkja.

Ein og hvør strategisk ætlan er grundað á eitt VIT, sum er ført fyri at skapa eina skipaða framtíð saman. Her nyttar lítið við JUNTA-leiðslu, ?eg havi ræðisrættin á tínum lívi-leiðslu?, ?eg siti omanfyri teg-leiðslu? o.t. Dialogur, etikkur, samskapan, samskipan eru meira viðkomandi hugtøk.

Málið um Landsverkfrøðingin kemur at avdúka hesi evni ? uttan mun til um vit á stovninum ynskja tað ella ikki og uttan mun til um politikarar og aðalstjórar vilja tað ella ikki.

Ein og hvør strategisk ætlan er grundað á gerandisdagin í dag ? MISSIÓNINA. Tað nyttar lítið at tosa um strategi og missa málið í dag á gólvið. Tað er málsviðgerðin í dag, sum gevur karakter fyri evnini at flyta seg. Politikarar og fyrisiting kunnu ikki tosa um fullveldi, vinnupolitik, samferðslupolitik o.a.m. um vit samstundis missa gerandismálini á gólvið.

Málið um Landsverkfrøðingin kemur at avdúka evnini at málsviðgera ? um vit á stovninum ynskja tað ella ikki og uttan mun til um politikarar og aðalstjórar vilja tað ella ikki.

Ein og hvør strategisk ætlan er grundað á ein dreym ? VISIÓNINA. Evnini at hóma eina ynskta framtíð, at seta orð á hana og at halda seg til hesi ynski. Her nyttar einki við sabotørum ella tí, sum Johnsen nevnir ?lurepasser?, sum liggja á lúr eftir persónligum fyrimunum.

Málið um Landsverkfrøðingin kemur at avdúka, um nøkur ítøkilig politisk ynski eru um eina leidda framtíð saman ella um politiska ynski er ein tilvildar-strategi uttan mál og mið.

At enda er ein og hvør strategisk leiðsla grundað á eina ætlan ? STRATEGI. Viljin og evnini til at broyta málsetningar. Viljin og evnini til at broyta midlarnar. Viljin og evnini til at samansjóva mál og midlar og at skapa eina røð av prosjektum og avgerðum, sum tilsaman føra okkum ta leið, vit ynskja.

Málið um Landsverkfrøðingin kemur at avdúka bæði viljan og evnini til at broyta mál og midlar. Málið um Landsverkfrøðingin kemur at avdúka viljan og evnini til at leggja avgerð omaná avgerð fyri at náa eitt mál í framtíðini.


Tað ber til:

Tað ber til at brúka málið um Landsverkfrøðingin positivt sum eitt fyrsta prosjekt í eini strategiskari heild, sum kann bera okkum framá vegin móti eini framtíðarmynd - eini visión.

Uttan mun til, hvør politisk avgerð verður tikin, so kemur málið um Landsverkfrøðingin í síni náttúr til at avdúka vilja og evni til strategiska leiðslu og persónligan integritet.

Málið um Landsverkfrøðingin er soleiðis háttað, at tað eru bert tvinnar leiðir at ganga: antin ein menningarleið ella ein niðurbrótingarleið. Aðrir møguleikar gevast ikki, sum støðan er.

Hinvegin eru menningarmøguleikarnir rættiliga stórir: Fyri heildina er einki at tapa, men alvorliga nógv at vinna.

Spurningin um fantasi ella visión svara vit sjálv ígjøgnum okkara fólkavaldu.