Í gjár lurtaðu bilførarar betri eftir

Løgreglan sigur, at sum heild hevur tað verið friðarligt

Sum heild hevur tað verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni hetta vikuskiftið. Síðstu nátt stóðu fleiri bilar fastir í kavanum, tí bilførarar tóku ikki ávaringarnar frá Landsverki í álvara um at lata bilin standa.

 

Løgreglan sigur, at í gjár sá út til, at bilførarar hava lurtað betri eftir, tí tað var lítið av bilum at síggja - serliga tá ið hugsað verður um, at tað var síðsti leygardagur fyri jól.

 

Men annars hendu onkur smávegis ferðsluóhapp í hálkuni, men tað hevði lítið upp á seg. Hinvegin vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning. Annar varð tikin í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni og hin varð tikin í sambandi við eitt ferðsluóhapp.

 

Løgreglan varð boðsend til eitt ferðsluóhapp í nátt har tveir bilar høvdu stoytt saman. Sjálvt óhappið hevði ikki so nógv upp á seg, men annar bilførarin er skuldsettur fyri at koyra við kenning.

 

Í nátt hevur tað verið gott kavaveður, so nakað av fólki var í býnum. Og løgreglan sigur, at tveir mans vóru so ólátaðir í býnum, at teir fáa hvør sína bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.