Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar fleiri staðni kring landið og tað hava fleiri bilførarar merkt sviðan av. Í hesum sambandi hava fleiri bilførarar fingið bót og klipp í koyrikortið fyri ymisk lógarbrot. Ein bilførari fær klipp í koyrikortið fyri eina óforsvarliga yvirháling og ein bilførari fær bót fyri at koyra ígjøgnum ein tunnil við sløktum baklyktum. Og, sum vanligt, fingu eisini onkrir bilførarar bót fyri at sita við hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu.
Samstundis fingu fleiri bilførarar eisini bót fyri at koyra ov skjótt. Tað vóru eisini nakrir, sum koyrdu so skjóttm, at teir eisini fingu klipp í koyrikortið. Aftur í gjár var løgreglan eisini á Glyvursvegi og kannaði ferðsluna. Har er loyvt at koyra 50, men tað svitast ikki, at bilførarar verða tiknir, tá ið løgreglan ger ferðslukanningar. Og tað hendi aftur í gjár, tí har mistu einir tveir bilførarar koyrikortið treytað fyri at koyra ímillum 81 og 100 kilometrar um tíman. Sostatt mugu teir taka koyrikortið av nýggjum, ella missa teir tað.
Hinvegin gjørdi løgreglan eisini ferðkanningar í Suðuroy í gjár, men har varð eingin bilførari tikin.