Í fimm ár er eingin lívstíðardømdur latin leysur

Síðani 1976 eru 30 persónar latnir leysir úr lívstíðardómum. Men eingin er latin leysur síðani apríl í 2019.

 

Nakrir lívstíðardømdir fangar enda við at sita í fleiri áratíggju aftan fyri rimar. Seinasta uppgerðin vísir, at tríggir hava sitið í yvir 30 ár. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Í fleiri enn fimm er er eingin lívstíðardømdur persónur latin leysur úr donskum fongslum.

Tað sæst í svari frá Peter Hummelgaard, løgmálaráðharra í Danmark til rættarnevndina hjá Fólkatinginum.

Tilsamans 30 persónar við lívstíðardómur eru lætnir leysir síðani juli í 1976, vísir uppgerðin. Men eingin er latin leysur síðani apríl í 2018.

Fleiri lívstíðarfangar enda við at sita í fleiri áratíggju aftan fyri rimarnar.

Av 47 persónum, sum 30. mai enn sita ein lívstíðardóm, hava tíggju sitið í fleiri enn 20 ár. Tríggir hava sitið í fleiri enn 30 ár.

Tann, ið hevur sitið longst, er Naum Conevski, sum í 1984 likvideraði tveir ungar mans á Amager í Keypmannahavn.

Taka vit teir seinastu tíggju, sum eru latnir leysir, høvdu teir í miðal sitið í sløk 16 ár í fongsli.

Í nýggjari tíð eru fleiri dømd lívstíðardóm. orsøkin er millum annað herdar revsingar á bandaøkinum.

Her hava fleiri fingið lívstíðardómar seinastu árini. Í 2022 vórðu sambært uppgerðini 20 lívstíðardómar, sum er ein tvífalding í mun til árið fyri.

Flestu lívstíðardómar eru fyri dráp, men í fleiri av málunum hevur bara talan verið um drápsroyndir.

Tann sonevnda bandaparagraffin kann tvífalda revsingina til dømd, um brotsgerðin er fram sum liður í einum bandastríði.

Í svarinum til rættarnevndina hjá Fólkatinginum eru upplýsingar frá Kriminalforsorgini, sum hevur gjørt eina manuella gjøgnumgongd, og tí verður fyrivarni tikið fyri villum.

/ritzau/

 

Nakrir lívstíðardømdir fangar enda við at sita í fleiri áratíggju aftan fyri rimar. Seinasta uppgerðin vísir, at tríggir hava sitið í yvir 30 ár. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix