Í dag fer landstingið í Grønlandi at umrøða sera truplu støðuna, sum Grønland hevur verið í seinastu mánaðirnar, síðan amerikanski forsetin, Donald Trump, setti sær fyri, at Grønland eigur at gerast ein partur av USA.
Á fundinum fer grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, at greiða frá støðuni í ríkinum eftir harða ágangin úr USA, og landsstýrisformaðurin ásannar, at hetta hevur verið ein sera trupul tíð í Grønlandi.
- Tað er harmiligt, at tað ferð eftir ferð - og heilt fram til dagin í dag - eru komnar útsagnir úr USA um, at USA ynskir at yvirtaka Grønland.
Sambært Sermitsiaq eru hetta fyrstu orðini í frágreiðingini, sum landsstýrisformaðurin fer at leggja fyri landstingið á fundinum í dag, sum byrjar klokkan 11, lokala tíð.
Hesi eykafundurin í landstinginum verður hildin í samband við harða ágangin, sum USA og forseti landsins, Donald Trump, hava framt ímóti Grønlandi seinastu tíðina.
Frágreiðingin hjá landsstýrisformanninum er einasta mál á skránni, og sambært Sermitsiaq er frágreiðingin løgd út á heimasíðuna hjá landstinginum longu fyri fundin í dag.
Í frágreiðingini vísir Jens-Frederik Nielsen á, at USA við forseta landsins, Donald Trump á odda, hevur tann hugburð, at Grønland skal yvirtakast.
- Amerikanski forsetin hevur - bæði fyri sína innsetan í byrjanini av 2025 og eisini eftirfylgjandi - hildið fram við sínum útsagnum uttan at taka tær í seg aftur.
Landsstýrisformaðurin ásannar, at boðskapurin úr USA er greiður: Grønland skal yvirtakast og stýrast úr USA.
- Tað er ikki bara Donald Trump, sum er komin við hesum útsagnum, men eisini hansara samstarvspartar, leggur Jens-Frederik Nielsen aftrat.
##med2##
Landsstýrisformaðurin ger greitt, at grønlendska landstingið heldur lítið um útsagnirnar úr USA, tí Grønland er ein partur av kongarikinum og vil halda fram við sínari menning samsvarandi heimastýrislógini.
Jens-Frederik Nielsen vísir á, at Grønland í teirri støðu, sum landið hevur verið í, hevur fingið dyggan stuðul úr Evropa, eitt nú millum ES-lond, og at tað nú er eydnast at fáa í lag samrøður við USA á høgum embætisstigi.
- Samskifti er í gongd, og grønlendska stjórnin arbeiðir miðvíst fyri at røkka ítøkiligum úrslitum, eins og tað hevur stóran týdning at standa saman fyri at verja Grønland, sigur landsstýrisformaðurin.












