Suðuroy týðandi partur í sjógvalingini hjá Bakkafrost

Væntandi fara eini 30 starvsfólk at arbeiða á smoltstøðini, sum Bakkafrost ætlar at byggja í Ónavík í Suðuroy

 

Bakkafrost hevur í nøkur ár gjørt fyrireikingar til at byggja eina nýggja smoltstøð í Ónavík í Suðuroy, og vónin er, at farast kann í gongd við jørð-og lendisarbeiðið í næstum.

 

- Ætlandi fara eini 30 starvsfólk at arbeiða á smoltstøðini, og talan verður bæði um teknisk starvsfólk, lívfrøðingar og smoltalarar, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

 

Í einari størri samrøðu, sum er í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, sigur stjórin, at Suðuroy hevur ein týðandi leiklut í alivirkseminum hjá Bakkafrost.

 

- Tað er umráðandi fyri okkum at vera ein virkin og ábyrgdarfullur partur av lokalsamfelagnum. Vit ala laks á Vágsfirði, Hovsfirði, út fyri Froðba og á Hvalbiarfirði. 

 

Hann vísir á, at firðirnir í Suðuroy hava gott útskifti, gott dýpi og góðar fyritreytir fyri burðardyggari laksaaling. Umframt alingina á sjónum, hevur Bakkafrost eisini kryvjivirki í Vági. 

 

- Hetta eru arbeiðspláss, sum eru knýtt tætt at oynni, og har nógv fólk hava sítt dagliga virki. Hetta eru arbeiðspláss, sum skapa støðufesti í gerandisdegnum hjá familjum í Suðuroy, sigur Regin Jacobsen.