Altjóða Sálarheilsudagur er í dag. Í hesum sambandi skipar Sinnisbati fyri einum tiltaki í Perluni og Reinsarínum í Havn.
– Eins og áður er skráin sera fjølbroytt, og vit gleða okkum, at deila ein góðan dag saman við tykkum, har vit av álvara seta sálarheilsuna og lívið við sinnisligum diagnosum og avbjóðingum í miðdepil, siga fyrireikararnir.
– Einki skal tigast burtur, og einans við opinleika og upplýsing koma vit stigmatisering og tabui av diagnosum til lívs, sigur Sinnisbati.
Evnið fyri Altjóða Sálarheilsudagin í ár er “Sálarheilsa í einum ójøvnum heimi”. Innihaldið í tiltakinum ber tí eisini brá av hesum.
Til ber at síggja skránna HER.











