Bretar vedda um alt sum veddast kann um.
Ein fastur veddingarsiður hjá nógvum bretum er at vedda um hvørt tað fer at kava á jólum ella ikki.
Oddschecker hevur gjørt eitt yvirlit við teimum bestu oddsunum og bestu møguleikunum fyri, at býir kring Bretland fáa kava á jólum.
Odds fyri kava á jólum:
| Býur | Bestu oddsini | Sannlíkindini/møguleikarnir fyri kava |
|---|---|---|
| Aberdeen | 11/8 | 42% |
| Edinburgh | 9/4 | 31% |
| Glasgow | 9/4 | 31% |
| Newcastle | 3/1 | 25% |
| Belfast | 5/1 | 17% |
| Leeds | 7/1 | 13% |
| Manchester | 8/1 | 11% |
| Liverpool | 9/1 | 10% |
| Birmingham | 10/1 | 9% |











