Í annaðkvøld kunnu liðini hjá Óla og Hákun vinna seg í evropeiskt bólkaspæl

Sävehof spælir á útivølli móti franska liðnum, Montpelier og Skanderborg-Århus spælir á heimavølli móti svenska liðnum, Kristiansand

Týskvøldið verður eitt spennandi kvøld fyri hondbóltshugaðar føroyingar. Tvey føroyingalið, Sävehof hjá Óla Mittún og Skanderborg-Århus hjá Hákun West av Teigum kunnu vinna seg í bólkaspælið í EHF European League.

 

Óli Mittún skoraði eitt mál, tá Sävehof á heimavølli leikti javnleik 24-24 móti franska liðnum, Montpelier í Partille. 

 

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla liðini seinna dystin í Montpelier. Samlaði vinnarin vinnur seg í EHF European League bólkaspælið.

 

Hákun West av Teigum skoraði fimm mál, tá hann og liðfelagarnir í Skanderborg-Århus vunnu sær eitt gott útgangsstøðið móti svenska liðnum, Kristianstad við einum 32-31 sigri.

 

Skanderborg-Århus tekur á heimavølli móti Kristianstad í morgin klokkan 17.45, har samlaði vinnarin vinnur seg í EHF European League bólkaspælið. 

 

Tað hevði verið fantastiskt við tveimum føroyingaliðum í EHF European League. Vónandi ber tað á mál hjá bæði Skanderborg-Århus og Sävehof.