Hyundai-Kia ársins bilaframleiðari

Hyundai-KIA konsernin er kosin ársins bilaframleiðari av enska bilmagasininum Autocar.

Í grundgevingunum verður sagt, at konsernin er vorðin viðurkend fyri sínar stóru ambitiónir. Eftir fáum árum er Hyundai-KIA konsernin vorðin tann 5. størsta bilkonsernin í heiminum aftaná Toyota, General Motors, Ford og VW-konsernin. Ein bilverksmiðja við flott designaðum bilum í góðum gjøgnumførdum kvaliteti og gevur longri garanti enn aðrir bilaframleiðarar.


Autocar er eitt av størstu og tað elsta bilmagasinið í Stórabretlandi.