Hyundai hava leingi arbeitt við eini ætlan um at gera eina limousinu í luksusklassanum, og nú er komið so langt, at ein heilt nýggjur Hyundai Genesis varð frumsýndur á bilaframsýningini í Detroit í hesum mánaðinum.
Genesis er fyrsti Hyundai, sum einans verður drivin av bakhjólunum í nýggjari tíð.
Bilurin verður eftir ætlan til sølu bæði í Suðurkorea og í USA heilt skjótt. Genesis skal kappast við amerikansku og evropeisku luksusbilarnar í USA.
Í fyrstu atløgur verður Genesis gjørdur við tveimum V6 motorum (3.3 og 3.8 litra) við ávikavist 265 og 305 hk og einum 4.6 litra V8-motori við 380 hk. Seinni kemur eisini ein dieselútgáva. Allir útgávurnar fáast við einum heilt nýggjum 6-trins automatgirkassa.
Hyundai hava í nøkur ár havt Grandeur, sum eisini er ein stórur luksusbilur. Um hesin nýggi avloysir hann, verður einki sagt um. Um Genesis kemur til Evropa er ikki avgjørt enn.