Ein maður var í Føroya rætti mánadagin dømdur fyri harðskap móti einum hýruvognsførara í Klaksvík í januar í fjør.
Maðurin var farin í býin eina náttina og hevði drukkið nakað heima, áðrenn leiðin lá í býin. Komin í býin helt hann á at drekka og byrjaði at gerast óhøviskur móti øðrum, ið vóru til staðar. At enda varð hann so ljótur móti øðrum gestum, at hann varð biðin um at fara av staðnum.
Hann ger, sum hann er biðin og setir seg inn í ein hýruvogn uttanfyri, og biðir føraran koyra seg til eina ávísa adressu ,ókeypis. Hýruvørarin noktar, og nú gerst ilt millum teir báðar. Orð ekur av orði og ákærdi maðurin byrjar bæði at spotta hýruvognsføraran fyri líkt og ólíkt, bygt á slatur, hann hevur hoyrt, umframt at hann hóttir við at snara heysin av hýruvognsføraranum, um hann ikki vil koyra seg.
Hýruvognsførarin hevur nú hoyrt nokk, fer úr bilinum, opnar bakhurðina og tveitir skuldsetta úr bilinum. Skuldsetti dettur fram eftir rommum og liggur so skerflatur á vegnum í oysandi regni. Tá hann reisir seg aftur, sleppur hýruvognsførarin sær inn í bilin og koyrir avstað.
Tað eru tó ikki nógv góð mið at trola eftir kundum hjá einum hýruvognsførara í Klaksvík og hann er skjótur á staðið aftur. Skuldsetti maðurin stendur nú upp móti garðinum, í práti við ein annan, men tá hann sá hýruvognin aftur, leyp hann til. Hýruvognsførarin hevði rullað rútin niður og hesum gjørdi ákærdi sær dælt av og gav honum ein upp á kjaftin inn gjøgnum vindeyga. Síðani royndi hann at opna hurðina, men hýruvognsførarin fekk koyrt burtur. Ákærdi helt tó so hart í hurðini, at hondtakið á bilinum brotnaði.
Verjin hjá ákærda manninum vildi vera við, at tað var hýruvognsførarin, ið framdi fyrsta lógarbrotið, tá hann tveitti mannin úr bilinum og út á vegin. Tískil skuldi atburðurin hjá manninum síggjast í ljósinum av hesum og at talan tí var um eitt slag av neyðverju, og tí skuldi ákærdi frídømast. Verjin vísti eisini á, at ætlanin hjá ákærda ongantíð var at fremja harðskap, men at hann vildi hava fatur á hýruvognsføraranum.
Ákærin vísti tó staðiliga á, at tað var ákærdi, sum fyrst hótti og hevði verið óhøviskur. Gaman í, kanska hevði verið rættari at ringt til løgregluna, enn at tveitt mannin út sjálvur, men talan var tó ikki um harðskap. Hon vísti á, at barrvørðurin hevði hoyrt róp um hjálp og at læknakanningin greitt vísti, at hýruvognsførarin hevði verið fyri harðskapi.
Maðurin var ákærdur fyri vanligan harðskap og harðskap móti serliga útsettum persónum, av tí at hýruvognsførarar vera mettir at hava tørv á serliga verju, eins og millum annað duravørðar. Ákærin metti, at maðurin hevði fingið fleiri møguleikar frá rættarskipanini, hann hevur fleiri treytaðar dómar frá fyrr, tó ikki fyri harðskap, og hon metti tí, at talan ikki átti at vera um ein treytaðan dóm.
Dómarin valdi tó kortini at geva manninum ein treytaðan dóm í 40 dagar. Dómarin metti, at gongdin hetta kvøldið og tann sera avmarkaði skaðin, sum slagið hevði givið, loyvdu honum at gera dómin treytaðan. Harumframt verður maðurin dømdur til møguliga avvenjing frá rúsdrekka, um kriminalforsorgin metir tað vera neyðugt. Maðurin greiddi frá, at hann sjálvur var komin til ta niðurstøðu, at honum ikki toldi at drekka rúsdrekka, og var tí givin. Hann ásannaði, at felagsnevnarin í øllum dómunum var, at hann var fullur, og tí hevði hann lagt av at drekka fyri hálvum ári síðani.
- Tað riggar ikki, eg megni ikki at stýra mær, tá eg drekki, segði maðurin við dómaran.
Dómarin valdi tó at vísa, hvussu álvarsliga dómurin kortini skal skiljast, við at gera royndartíðina tvey ár.











